Skráin Ólavsøkuaftan 28. juli |
16:00 - 18:00 |
Kappróður úr Havn |
17:30 - 19:00 |
Setan av ólavsøkuni |
|
Skrúðsigling við róðrarbátum og kajakkum úr feløgunum Neystið, Knørrur og Tvørábáturin
Sekkjapíputónleikur við Lars Larsen
Setanarrøða við Herálvur Joensen, sendimaður á Sendistovuni
Føroyskur dansur við Svein Sørensen
|
19:00 - 20:30 |
Sangløta við Kristnastovu |
20:00 - 20:30 |
Gøtusjónleikur "Elvis" |
21:00 - 22:30 |
Cafékonsert |
|
við Hanus G. Johansen, Hans Hjalti Skaale og Hans Jacob K. Mouritsen Atgongumerkir kunnu keypast nú í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A, Keypmannahavn
|
Umframt alt hetta verður eisini:
Søla av lutaseðlum við nógvum góðum vinningum, søla av mati og
drykkivørum, listaframsýning, sýningarbúðir, andlitsmáling,
fiskadammar fyri børn, søla av slosh ice og pocorn, føroyskur dansur,
søla av pylsum, trubadurar sum ganga og spæla og syngja. Brandur Øssurssons Kvartett spælir jazz á bryggjuni
|
Skráin Ólavsøkudag 29. juli |
14:00 - 15:00 |
Gudstænasta í Christian Kirken |
16:00 - 17:30 |
Kappróður |
|
Kappróðurmillum føroyskar bátar úr feløgunum Neystið, Knørrur og Tvørabáturin
Uppvísing við kajakkum úr felagnum Tvørabáturin
|
20:00 - 20:30 |
Gøtusjónleikurin "Elvis" |
22:30 - 23:30 |
Midnáttarsangur |
23:30 - 00:00 |
Fýrverk |
00:00 - ..... |
Dansur við Vestmenn |
|
Atgongumerkir kr. 80,00 við dyrnar |
Umframt alt hetta verður eisini:
Søla av lutaseðlum við nógvum góðum vinningum, søla av mati og drykkivørum, undirhald fyri børn, listaframsýning, sýningarbúðir, ballónklovnur, Brandur Øssurssons Kvartett spælir jazz á bryggjuni, fiskadammar fyri børn, søla av slosh ice og pocorn, føroyskur dansur, søla av pylsum og trubadurar.
|
Øll hesi vera at hoyra og síggja |
Brandur Øssurssons Kvartett |
Teir spæla vælljóðandi swing-jazz frá fimtiárunum. Evergreens og kend jazzløg eru á skránni. Av teimum fýra tónleikarunum eru pianisturin Teje Tangerud og bassisturin Ole Kristian Salater norðmenn, trummuspælarin Emil Ferslev er av føroyskari ætt.Hann spælir við í fleiri øðrum bólkum, eitt nú bossa nova bólkinum Trio de Janeiro. Brandur Øssursson spælir altsax. |
Vestmenn |
Vestmenn hava givið 7 útgávur út á bondum, plátum og fløgum. Tónleikurin er teirra, sungin á føroyskum. Løgini eru nógv, bæði løtt og álvarslig, skjót og minni skjót. Eini 100 løg til samans. Teir spæla eisini annan tónleik. Tann reyði tráðurin í teirra undirhaldi er at fáa fólk at dansa, syngja við og at gloyma seg burtur eina løtu. Spælararnir eru Niels Olsen, harmonika og sangur, Ólavur forsangari, Rúni W. Højgaard trummur, Arnbjørn Sivertsen sologuitari og Kolbein Simonsen bass. |
Hanus G. Johansen |
Hanus G. Johansen er ein tann kendasti føroyski vísusangarin. Hansara einfalda guitarspæl og hansara djúpa rødd – og ikki at gloyma hansara sorgblídnu, argingarsomu tónar - hava funnið samljóð hjá føroyingum. Ein av fløgunum hjá Hanusi er fløgan “Álvara og gaman“, har Hanus hevur gjørt tónaløg til yrkingar hjá Poul F. Í 2000 gav Hanus út fløguna „Bouquet“ saman við Aldubáruni, sum Hanus hevur havt fleiri konsertir saman við. Hanus var eisini við á ólavsøkuhaldinum á Norðurbryggjuni í 2004. Tá sang og spældi hann í fullsettum húsi. |
Hans Hjalti Skaale |
Hans Hjalti kann av sonnum sigast at vera skapandi – kreativur, tá i¨hann framførir skemtitættir, sum hann saman við vinmanni sínum Andrias Justesen skrivar. Hans Hjalti er eisini vælkendur frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag og fólkatónleikarabólkinum Vísumenn. Á konsertini kunnu vit vænta at hoyra tættir og vísur, sum taka upp mong ymisk evni t.d.barnauppaling, grindadráp og drykkjuskap. Aloftast verður skemt brúkt til at siga nakrar sannleikar. Sangir sum “Ein tubbakstáttur” og “Sjey drykkjunætur” verða dúgliga spældir í útvarpinum. |
Hans Jacob K. Mouritsen |
Hans Jacob skrivar yrkingar og sangir, sum hann síðan setir løg til. Í vár kom hansara fyrsta fløga út. Fløgan, sum eitur “Navnleysur”, var væl fagnað bæði í Føroyum og í Danmark. Tveir mans spæla saman við Hans Jacob: 18 ára gamli evnaríki tónleikarin Bjarni K. Mouritsen og Jan Petersen, sum er kendur tónleikari og hevur givið út fløguna “Haldórs Café”. Tónleikurin, sum teir framføra á ólavsøku, er ein blanding av fólkatónleiki, blues & pop og rock tónleiki. |
Soleiðis finnur tú Bryggen |
Havnebussarnir hjá Arriva sigla millun Nyhavn og Bryggen. Sí eisini www.krak.dk. Bussar frá Hovedbanegården. Metro til Kongens Nytorv.
|
Jú, Ólavsøkan á Bryggjuni er vorðin ein miðdepil, har fólk í Keypmannahavn hittast! |
|
|