|
|
![]() |
15/6 - 2006 Jóansøka leygardagin 24. juni í Neystinum Føroyskt felag í Hvidovre skipar fyri jóansøkutiltøkum við fjølbroyttari skrá í Neystinum í Ishøj. Byrjað verður kl. 14 við stuttleikakappróðri við navigatørum umborð. Eisini verður kappróðurin í Vági hendan dagin útvarpaður. Símun Konoy og Erhard Olsen undirhalda við sangi seinnapartin og um kvøldið verður Lív Jacobsen á palli. Tá verður eisini høvi at rógva ein túr, keypa smurt breyð við føroyskum viðskera o.a. Enskur og føroyskur dansur verður frá kl. 21 og kl. 23.45 verður bálið tendrað. Hásummar og sól, góður hýrur og góð skrá. Helst aftur ein góð og hugnalig løta við Neystið í Ishøj. Sí meira um skránna undir Skrá hjá okkum 24. juni ella vend tær til formannin tlf. 36493847. 12/6 - 2006 Eivør í Vanløse og Havnarkórið í Keypmannahavn Eivør Pálsdóttir verður í nýggju hølunum hjá Vanløse Kulturhus hósdagin 15. juni kl. 20. Hetta er beint við S-statiónina og Metro. Eivør spældi í fullsettum húsum á flatlondum í vár. Tvey heiðursmerki fekk hon á Danish Music Awards Folk 2006; ”Årets Visealbum” & ”Årets Sangerinde”. Tí eru fyrireikararnir í mentanarhúsinum í Vanløse spent. Sí heimasíðu teirra www.vkhus.kk.dk.Aftur er frálíka Havnarkórið á ferð. Tey fara suður í Europa, men steðga á í Keypmannahavn. Mánadagin 19. juni kl. 19.30 hava tey konsert í Hellig Ånds Kirken og týsdagin 20. juni kl. 16.30 syngja tey og treða dansin á vøllinum í Tvoli. Ólavur Hátún er dirigentur. 12/6 - 2006 Góð regatta í frálíkum summarveðri - lutaseðlarnir Atlantic Airways Færø Regatta í Ishøj farna vikuskiftið var hildin í fagrasta summarveðri og nógv fólk var samankomið.Lutaseðlarnir vóru drignir 10. 6. kl. 22. Hetta eru vinnaranummørini: 1.Præmie: 2 billetter T/R København-Vágar 0422 2.Præmie: Maleri af Edna Kjelnes 0772 3.Præmie: Færøsk trøje ( herre ) 0555 4.Præmie: 1 Tjógv.( tørret lammekølle ) 1227 5.Præmie: Luksus fiskepakke fra Easy Fisk 0476 6.Præmie: 4 stk. frostpakker med færøsk mad 1266 7.Præmie: Købmandskurv. 1210 8.Præmie: 1 Rød Åalborg og gammel Dansk 0650 9.Præmie: 6 flasker rødvin 0103 10.Præmie: 1 kasse Veðra øl ( færøsk øl ) 0592 11/5 - 2006 Føroysk list í fokus á Den Frie 12 listafólk hava framsýning á Den Frie Udstillingsbygning á Oslo Plads í Keypmannahavn. Framsýningin letur upp leygardagin 27. mei og verður opin til 28. juni. Opið er kl. 10 - 17.Á framsýningini eru verk hjá 12 virknum føroyskum listafólkum: Jógvan Sverrason Biskupstø, Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn, Øssur Mohr, Rannvá Holm Mortensen, Amariel Norðoy, Jóna Rasmussen, Beinta av Reyni, Eyðun av Reyni, Kári Svensson og Arnold Vegghamar Malan Marnersdóttir professari hevur skrivað bók, nú hendan framsýningin letur upp. Meira fæst at vita um framsýningina á www.faroeseart.com 30/1 - 2006 Tú kanst kopiera í Føroyahúsinum Vit hava nútímans fotokopieringsmaskinu. Hon kann hefta í einum horni og eisini rygghefta. Nøkur feløg í húsinum hava kodu til hana, so tey kunna kopiera og avroknað við okkum. Privatfólk kunna eisini kopierað. Kopierar tú ofta, ber til at fáa kodu og koma inn at kopiera, tá ið opið er. Men tú kanst eisini venda tær til kaffistovuna, sum kann vegleiða teg. Uttan kodu er prísurin pr. eintak: 1eintak 0,50; 50 eintøk 0,30; 100 ella fleiri eintøk 0,25 kr. Tað ber eisini til at kopiera í litum. Tá er prísurin: 1 eintak 1,50; 50 eintøk 1,25 og 100 ella fleiri eintøk 1,00 kr.
|
![]() |
![]() ![]() ![]() ![]() ![]() ![]() |
Vitjandi 167785 |