9.
Fernisering
Sunnudagin tann 9. januar kl. 15.00 verður enn ein áhugaverd fernisering í Føroyahúsinum, sum Listafelagið í Keypmannahavn skipar fyri. Hesuferð eru tað tvær listakvinnur, Aino Tomczyk og Anita Karlsen, ið sýna málningar, serigrafi og kalligrafi framm.
Aino Tomczyk er fødd í 1972. Hon hevur málað síðan 2001, og er útbúgvin á Myndlistaskúlanum í Jagtvej. Hon málar abstrakt, har skapið og litirnir eru útgangstøði og miðdepulin. Aino roynir eitt økið, ein lit og eitt skap, til evnið er úttømt. Av hesum orsøkum málar hon tí nógv í myndarøðum. Hon strembar eftir tí einfalda úttrykkinum, ið skal vera verandi klárt, greitt og yvirskoðiligt. Aino hevur arbeitt í Føroyum, og nógvir av hennara málningum hava litirnar og skapi av Føroyum, sum hon sær landið. Eitt fjall - einfalt og reint.
Anita Karlsen er fødd í 1970. Hon er m.a. útbúgvin kalligraf og serigraf frá Reigate School of Art and Design í Reigate, Onglandi. Heitið inniber kreativa og kommerciella nýtslu av alfabetinum í ymiskum miðlum. Anita hevur m.a. framsýnt í London, Keypmannahavn og Tórshavn. Í løtuni arbeiðir hon sum listakvinna og freelancari fyri ymisk bløð.
Listafelagið skipar fyri. |
|
|
|
10.
FUNDUR Í KVINNUFELAGNUM 10. JANUAR KL. 19.00
Antonie Lauritzen heldur fyrilestur við støði í bók síni "Alt andet end gråt", har hon kemur inn á lív sítt sum altjóða fotomodel, sum sniðgevi við egnum handli og sín áhuga fyri rógving og gransking innan bróstkrabba. Hon tosar um at seta sær mál og viljan til at náa teimum.
Øll eru vælkomin
Atgongd kr. 40.- |
|
|
|