|
1. Útleigað. |
|||
|
2. MFS. |
|||
|
3.
LGBT OUT NIGHT í Føroyahúsinum
![]() Leygardagin tann 3. mars verður forkunnugt tiltak í Føroyahúsinum. Hendan dagin skipar Føroyahúsið og LGBT, ið er ein felagsskapur fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar, fyri stórum tiltaki, har m.a. danski mentamálaráðharrin Seinni um kvøldið verða tónleikaframførslur við m.a. kenda sangbólkinum Schwanzen Sanger Knaben, duoini der Bűro, eisini er cocktailbar og dragshow á skránni. Komið og upplivið eitt spennandi, stuttligt og øðrvísi tiltak í Føroyahúsinum tann 3. mars.
Fulla skráin er hendan:
|
|||
|
4. |
|||
|
5. |
|||
|
6. |
|||
|
7. Rás 2 sendir úr húsinum |
|||
|
8.
Altjóða Kvinnudagur Hóskvøldið 8. mars kl. 18.00 heldur Kvinnufelagið fund í Føroyahúsinum Vit byrja við góðari fiskasúpan og flute. Síðan er fyrilestur og dialogfundur um at eldast. Aldurgranskarin Anna Leonora Blaakilde vil tosa um tað at eldast, hvørjar verða avbjóðingarnar. Hon hevur skrivað ein phd um kvinnur og tað at eldast (Bedstemorsnak), skrivað um Kyn og aldursgreinsking, um kravið til aktivan aldurdóm og um nútíðar eldri og pláss teirra í familjuni. Eitt spennandi kvøld fyri og um kvinnur. Atgongd kr. 60.- fyri súpan, fyrilestur og kaffi. Vín, øl og vatn kann keypast.
Kvinnufelagið skipar fyri |
|||
|
9. Rás 2 sendir úr húsinum |
|||
|
10. |
|||
| 11. Fernisering, Listafelagið skipar fyri. | |||
|
12. Skeið. |
|||
|
13. Týsdagsdøgurði kl. 17.30.
Kokkur: Gert Róða
Vertur: Hans Petur í Brekkunum
Týsdagin tann 13. mars kl. 17.30 verður borðreitt við kókaðum oksakjøti, grønmeti, eplum og piparrótsós. Omaná verður kaffi og køka. Eftir døgurðan verður 2. partur av sendingini "Seyðamaður og granskari" vístur á stórskýggja.
Kostnaður 130 kr. Tilmelding fer fram á tlf. 3323 1587 ella á mail postur@faroehouse.dk Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin tann 12. mars kl.18.00. |
|||
|
14. Skeið. DAWS. |
|||
|
15. |
|||
| 16. Cafékvøld. | |||
| 17. | |||
|
18. |
|||
| 19. | |||
|
20. Týsdagsdøgurði kl. 17.30.
Kokkur: Gert Róða
Vertur: Martin Fjallstein
Týsdagin tann 20. mars kl. 17.30 verður borðreitt við røstum fiski, garnatálg og eplum. Omaná verður kaffi og køka. Á skránni eru hugleiðingar og felagssangur. Páll Sólstein spælir klaver og Daisy Johansen syngur eini tvey løg. Evnið er: Teir sigla so væl sín fríða knørr - eitt 100 ára minni. Kostnaður 130 kr. Tilmelding fer fram á tlf. 3323 1587 ella á mail postur@faroehouse.dk Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin tann 19. mars kl.18.00. |
|||
|
21. Knørrur nevndarfund. |
|||
|
22. |
|||
|
23.
Føroyingar seta Merkið á heimsins tindar Fyrilestur við Arna Vatnhamar Fríggjakvøldið tann 23. mars kl 18.30.
Ongantíð áður hevur Merkið verið borið hægri, enn tá føroyingar á fyrsta sinni settu tað á hægsta tindin uttanfyri Himaleya fjøllini. Eftir tvær vikur í tunnari luft, vánaligum veðri, og við hæddarsjúku, mateitran og motivatiónstrupulleikum, náddu teir tríggir Súni Lamhaugi, Djóni úr Konoy og Arni Vatnhamar tindin á Aconcagua í Argentina og megnaðu soleiðis at gerast partur av teimum 30% av 7.000 menniskjum, ið á hvørjum ári bjóða hesum mæta fjalli av. Tað var 25. januar 2012, at teir tríggir kundu njóta eitt óvanliga vakurt útsýni við bláum klárum himli í 6.962 metra hædd – hægri enn vanliga flúgvihæddin á rutuni millum London og Paris. Føroyski bólkurin taldi upprunaliga 5 mans, men teir báðir – Jón Fossá og Brandur í Funningsstovu – máttu geva skarvin yvir á vegnum til toppin – Brandur einans 250 metrar frá toppinum. Fríggjakvøldið tann 23. mars 2012 kl. 18.30 verður høvi at hoyra Arna Vatnhamar siga frá og vísa myndir frá túrinum. Arni fer millum annað at greiða frá, hvør motivatiónin at gera slíkar túrar er, hvussu fyrireikingarnar vóru, og um mót- og viðgang á túrinun. Húsið selur fiskasuppu. Ókeypis atgongd. |
|||
| 24. | |||
|
25. |
|||
| 26. | |||
|
27. Týsdagsdøgurði kl. 17.30.
Kokkur: Gert Róða
Vertur: Hans Petur í Brekkunum
Týsdagin tann 28. mars kl. 17.30 verður borðreitt við knettum og knettasúpan. Omaná verður kaffi og køka. Eftir døgurðan verður felagssangur..
Kostnaður 130 kr. Tilmelding fer fram á tlf. 3323 1587 ella á mail postur@faroehouse.dk Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin tann 16. mars kl.18.00. |
|||
|
28. |
|||
|
29. Konsert við Ygdrasil. |
|||
| 30. MFS. | |||
| 31. Konsert/dansur. FO INVASION skipar fyri. |